Í farnu viku bleiv 39 ára gamla Tóra Við Keldu nýggj forkvinna í felagnum MBF, sum virkar fyri teir føroyingarnar, ið ber brek av ymsum slag. Seinastu tvey árini hevur tað verið Carita Bjørklund, ið hevur røkt forkvinnusessin í MBF, men hon ynskti ikki at stilla upp aftur hesaferð, og tískil er nýggja forkvinnan Tóra Við Keldu, sum var einasta uppskot til formanspostin.
- At bjóða meg fram sum forkvinna var ein stór avgerð og eg hugsaði leingi um tað, tí eg haldi, at avbjóðingarnar á økinum eru so stórar, og so inniber hesin sessurin eisini, at tú skal virka fyri tann størsta minnilutabólkin í Føroyum, sum fólk, ið bera brek, jú eru, sigur Tóra Við Keldu, sum tó sær tað sum eina spennandi uppgávu at skula røkja forkvinnusessin í fyrsta lagi næstu tvey árini.
- Limirnir í felagnum eru ógvuliga ymiskir, og tað er stórur munur á, hvør tørvurin hjá teimum er, so at bjóða seg fram í einum felag, sum skal umboða øll hesi fólkini úteftir og yvir fyri politisku skipanini, tað er ein stór uppgáva, sum eg haldi er ótrúliga týdningarmikil og áhugaverd, sigur Tóra Við Keldu.
Torir at tosa um brek
Nýggja forkvinnan í MBF skal næstu tvey árini virka fyri einum felag, ið hevur umleið 4000 limir, sum eru frá teimum tilsamans 24 limafeløgunum. Eitt stórt arbeiði verður gjørt í teimum ymsu limafeløgunum, men uppgávan hjá MBF er yvir fyri politisku skipanini at arbeiða við at gera skipanir betri og seta orð á tey viðurskiftini, sum eiga at verða broytt. Harafturat er tað MBF, sum áhaldandi arbeiðir við, hvussu samfelagið sær tey fólkini, sum bera brek. Og her er tað, at Tóra Við Keldu heldur seg kunna gera mun.
- Ofta tá mann úttalar seg í hesum høpi, er tað ivaleyst eitt sindur torført, tá mann ikki sjálvur ber brek. Eg haldi, at ivaleyst er tað lættari at seta orð á trupulleikar og ávís viðurskifti hjá fólki við breki, tá tú sjálv ert í støðuni og kennir til teir ymsu avbjóðingarnar á egnum kroppi, sigur Tóra Við Keldu, sum sjálv manglar niðasta partin av eina beininum.
Tóra Við Keldu vísir í sama viðfangi á, at brek ikki er eitt tabu í Føroyum í dag, eins og tað var fyri meir enn 30 árum síðani, tá MBF bleiv stovnað í 1981.
- Tað at bera brek er á ongan hátt eitt tabu, men tað er líkasum, at fólk eru eitt sindur varlig og kanska bangin fyri, hvussu tey skulu tosa um hesi fólkini, ið bera eitthvørt brek. Til dømis var tað fyrr vanligt at siga ”brekað fólk”, men tað verður ikki brúkt í dag, tí nú hoyra vit næstan bara vendingina ”fólk ið bera brek”. Tað er eisini við til, at tað kanska er eitt sindur torført at orða seg um bólkin, sigur Tóra Við Keldu og heldur fram:
- Men vit skulu minnast til, at tað eisini er ymiskt, hvussu hesi fólkini síggja seg sjálvan. Summi hava lætt við at siga hetta eri eg og eg beri brek, meðan fyri onnur er tað ein størri avbjóðing. Við teimum royndunum eg sjálv havi, so havi eg als ongar trupulleikar við at skula orða meg um fólk, ið bera brek, og eg tori at siga tað, sum er neyðugt at siga. Tað haldi eg kann vera mær til fyrimuns í arbeiðinum sum forkvinna í MBF, sigur Tóra Við Keldu.
Átroðkandi trupulleikar
Sambært nýggju forkvinnuni eru tað ávís viðurskifti hjá fólki, ið bera brek, sum eru alneyðug at fáa í rætt lag sum skjótast. Eitt nú hevur felagið arbeitt við skuggafrágreiðingini av ST sáttmálanum fyri einstaklingar, sum bera brek.
- Føroyar hava jú undirskrivað ST sáttmálan, men síðani Uttanríkisráðið bleiv niðurlagt, hevur eingin politiskur myndugleiki havt eftirlit við sáttmálanum. Tí er tað ógvuliga týdningarmikið, at vit sum skjótast fáa eitt aðalráð, sum fær ábygd av at implementera sáttmálan í føroyska samfelagið, greiðir Tóra Við Keldu frá.
Eitt annað evni, sum Tóra Við Keldu heldur er neyðugt at viðgera, er inklusión í fólkaskúlanum. Í núverandi støðu er inklusión ikki partur av fólkaskúlalógini, og tað eigur tað at vera sambært Tóru Við Keldu.
- Í skuggafrágreiðingini er tað eitt ynski hjá MBF, at næmingar við serligum tørvi skulu vera inkluderaðir í vanligu undirvísingini. Men tað merkir eisini, at tað skal vera krav, at lærarar í fólkaskúlanum verða eftirútbúnir, soleiðis at teir eru førir fyri at taka sær av hesum børnunum og fáa ta neyðugu vitanina, staðfestir Tóra Við Keldu.
Umframt at gera nógv burtur úr skuggafrágreiðingini av ST Sáttmálanum, so eru eisini aðrar uppgávur hjá felagnum, sum Tóra Við Keldu metir at vera alneyðugar at gera.
- Fremsta uppgávan hjá MBF er at vera sjónligt og at vera ein politiskur aktørur. Hyggja vit aftur til tíðina, tá felagið bleiv stovnað og fram til í dag, er eysæð, at nógv er hent, og at arbeiðið í MBF hevur havt stóra ávirkan á føroyska samfelagið, og tað skal tað framvegis gera, sigur Tóra Við Keldu.
Umstøðurnar mugu betrast
Tóra Við Keldu vísir á, at á nógvum økjum eru Føroyar rættiliga frammaliga, hvat fólkum við breki og teirra umstøðum viðvíkur.
- Eg haldi, at tað er umráðandi, at vit eisini eru positiv um tey góðu viðurskiftini, sum eru, tí tað er avmarkað, hvussu nógvar pengar vit hava. Ein fyrimunur við at bera brek og búgva í Føroyum er, at samfelagið er lítið, og tískil koma vit hvørjum øðrum við og hava lætt við at taka okkum av hvørjum øðrum, sigur Tóra Við Keldu.
Ein áhaldandi avbjóðing hjá føroyingum, ið bera brek, eru bústaðarviðurskiftini.
- Fólk við breki eiga at sleppa at avgera sjálv hvussu og saman við hvørjum, tey ynskja at búgva. Her hugsi eg serliga um smærri íbúðir og bústaðir ætlaðir til endamálið. Ikki tí, eg veit væl, at gongd er komin á tað málið, men vit mugu áhaldandi arbeiða fyri at gera broytingar og gera skipanina betri, staðfestir Tóra Við Keldu.
Sjálv er hon als ikki í iva um, at eitt felag sum MBF hevur stóran týdning og hevur møguleika at gera sína ávirkan galdandi í føroyska samfelagnum.
- Tað er ógvuliga týdningarmikið, at vit í Føroyum hava eitt óheft felag, sum arbeiðir við sjónarmiðjunum hjá fólki, ið bera brek. Tú kanst siga, at felagið er røddin fyri ein felags bólk, og eg haldi, at tað hevur altíð stóran týdning í einum og hvørjum samfelag, at tað eru bólkar, sum tala eina søk fyri tey, sum bera brek, sigur Tóra Við Keldu og leggur afturat:
- Mín visjón er, at Føroyar skulu vera eitt gott land at búgva í. Eisini fyri fólk við breki, sigur Tóra Við Keldu.










