Fyrimunir við ES

Í Dimmalætting 29.10 spyr Steinbjørn B. Jacobsen meg eftir ítøkiligum fyrimunum við ES-limaskapi. Eg vil fegin vísa honum á tveir ítøkiligar fyrimunir –á útbúgvingarøkinum og á vinnuliga økinum. Hesir báðir fyrimunirnir kunnu veruliga bera Føroyar framá – nakað sum EFTA-limaskapur aldrin kann geva okkum

Nógvir fyrimunir eru við at fara inn í ES – her skulu einans tveir vera nevndir, men eg vil fegin vísa á fleiri seinni.

 

Ungdómur og útbúgving – Lifelong Learning

Fyri at røkka málunum um útbúgving og menning av tí einstaka menniskjanum, leggur “Lifelong Learning Programme” (LLP) hjá ES upp til, at byrjað verður við børnunum, um altjóðagerðin skal fremjast í verki. Hendan útbúgvingarskipan vendir sær tí til allir útbúgvingarstovnar frá barnaskúla til vaksnamannaútbúgving.

Endamálið er at altjóðagera útbúgvingarverkið og at Evropasamveldið skal mennast til ein framkomnan vitanardepil innan útbúgving, ið ger Evropa til eitt lokkandi stað at útbúgva seg og virka í.

Við ES-limaskapi fáa Føroyar atgongd til LLP og hava harvið møguleika fyri at geva lærarum og næmingum íblástur, motivatión og menning gjøgnum eitt altjóða samstarv innan útbúgvingarøkið. Uttan ES-limaskap hava vit einans sera avmarkaðar at gagnnýta nakað sum helst av LLP.

Á vegnum inn í vitanarsamfelagið hava útbúgving, sjálvsmenning og gransking avgerandi týdning – sum gamal háskúlamaður veitst tú sjálvsagt alt um hetta, og skal eg tí ikki gera meiri burturúr at lýsa fyrimunirnar – tú veist uttan iva nógv meiri enn eg um týdningin av góðum og mennandi útbúgvingarverki.

 

Vinnan og fríhandil – úr spennitroyggjuni

Í samhandlinum við ES hava vit í dag ein sonevndan “positiv-lista”. Tvs. at tær vørurnar, ið eru frítiknar fyri toll standa á einum lista. Um ein vøra ikki stendur á listanaum, so skal sum útgangsstøði gjaldast tollur av henni, um hon verður flutt inn í ES.

Flestu av vørunum vit flyta inn í ES í dag standa á hesum listanum. Orsøkin til hetta er einføld – um ein nýggj vøra verður ment í Føroyum, sum ikki stendur á listanum, so hevur hon næstan ongan kjans at klára seg í kappingini við framleiðslur í ES. Framleiðslan av henni vil tí eftir stuttari tíð antin detta niðurfyri ella verður hon flutt til eitt land í ES.

Hetta merkir í stuttum, at positiv-listin virkar sum ein spennitroyggja fyri okkara vinnulív. Eingin verulig nýggj vørumenning kann fara fram og hava ein veruligan møguleika fyri at standa seg, tí toll-múrurin vil forða tí. Hetta merkir, at okkara vinnulív verður hildið fast í einum ávísum vinnumynstri – einum vinnumynstri, sum sjálvandi gerst ótíðarhóskandi sum frálíður.

Tá vit fara inn í ES fara vit samstundis úr spennitroyggjuni, tí tá eru ongar tollforðingar. Harumframt eru nógv menningartiltøk í ES júst rættað móti smáum økjum sum Føroyum – tvs. vit fara úr eini spennitroyggju og inn í ein felagsskap við menningarmøguleikum.

“Tvs. møguleikarnir fyri nýggjum útflutningi, at skapa vørumenning, at menna landið eru munandi betri við ES-limaskapi enn tá vit eru uttanfyri ES.” Hetta var tað eg nevndi í fyrru greinini, og sum tú baðst meg útgreina.

 

EFTA: Ein doyggjandi felagsskapur

Tað er sjálvsagt áhugavert og rætt at seta sær spurningin um tað ikki er gjørligt at náa sama endamáli við at ganga aðrar leiðir enn ES-limaskap – t.d. við at fara inn í EFTA.

EFTA er ein fríhandilsfelagsskapur, sum varð stovnaður í 1960 sum svar uppá og mótspæl til ES (tá kallaðist tað EF). EFTA var fyrstu árini ein livandi felagsskapur, har samstarvið við ES støðugt bleiv ment – m.a. við sonevndu EBS-avtaluni í 1992.

EBS-avtalan gevur EFTA-londunum fríhandil við ES. Harumframt eru nógvir aðrir lutir við í EBS-avtaluni – m.a. omanfyrinevnda Lifelong Learning Programme. Tvs. at fyri okkum hevði ein EFTA-limaskapur við EBS-avtaluni givið okkum nógvar av teimum fyrimununum, ið vit ynskja okkum og harðliga hava brúk fyri.

Trupulleikin er bara tann, at sjálvt um vit møguliga kunnu fáa EFTA-limaskap kunnu vit ikki fáa EBS-avtaluna. Ein limaskapur í EFTA uttan EBS-avtaluna hevur stórt sæð einki virði, tí tað gevur okkum ikki fríhandil við ES og ikki atgongd til tey ES-tiltøkini vit hava brúk fyri. Hvat skulu vit tá inn í EFTA til?

Eftir hondini eru eisini Danmark, Ongland, Írland, Portugal, Eysturík, Svøríki og Finland farin úr EFTA og inn í ES. Í dag eru einans fýra lond eftir – og tekin eru um at Ísland eisini fer sama veg – tá vera einans trý lond eftir í EFTA, nevniliga Norra, Lichtenstein og Sveits.

EFTA er sostatt ein doyggjandi felagsskapur, sum ikki kann geva okkum nær námind tað sama sum ein ES-limaskapur.

Meðan tað ikki er gjørligt at fáa limaskap í EFTA við EBS-avtalu, so er væl gjørligt at gerast limur í ES við fullum rættindum og við neyðugum undantøkum – eins og Áland.

Í míni verð er eingin ivi – vit eiga at velja at tað leiðina, ið kann føra til bestu møguleikarnar fyri menning og framburð fyri Føroyar, og tað er, sum støðan er í dag, at fara inn í ES við undantøkum fyri fiskivinnupolitikkin.

Streymnes 31. oktober 2008