Fyrilestur um Viderø á Klaksvíkar bókasavni

Hóskvøldið klokkan 19.30 heldur Bergur Djurhuus Hansen fyrilestur á Klaksvíkar bókasavni um K. O. Viderø og ritverk hansara.

K. O. Viderø ferðaðist stóran part av ævi síni, og fyrilesturin snýr seg um tvídráttin millum øðrumegin at vilja vera prestur í Føroyum og hinumegin vilja vera frælsur rithøvundur á ferð um allan heim. Um at vilja hoyra til í Føroyum, men ikki støðast í Føroyum. Eftir Viderø liggja sjey bind við ferðafrásagnum umframt mangt annað – týðingar, bygdasøgur - sonevndar saga’ir, prædikur og yrkingar.

Bergur Djurhuus Hansen skrivar í løtuni phd-ritgerð um ferðafrásagnirnar hjá Viderø.