Fríggjakvøldið fer danin Lars Mygind at halda fyrilestur um viðgerðaháttin TFT. Fyrilesturin verður í B36 húsinum.
Talan er um terapeutiskan viðgeðrarhátt, sum kann hjálpa fólki í móti nógvum ymiskum ræðslum og eitt nú at sleppa undan pínum.
Fyrireikararnir í Føroyum siga frá, at tað í dag eru 14 fólk í Føroyum, sum eru undir útbúgving at gerast TFT viðgerðarar. Tað er Lars Mygind, sum stendur fyri hesi útbúgvingini í Føroyum.
Nøkur av teimum tingum, hendan viðgerðin hjálpir fyri, siga fyrireikararnir, er eitt nú ræslan fyri smáum rúmum (klaustrofobi), ræðslan fyri eitur-koppum (araknofobi), vatn-skrekk, ræðsla fyri flúgving og sigling umframt fleiri øðrum slíkum ræðslum.
Eisini hevur viðgerðin hjálpt onkrum orðblindum, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Tey 14 folkini, um taka útbúgvingina í Føroyum, hava flest øll úrslit at vísa á, siga fyrirekararnir av tiltakinum. Bæði viðvíkjandi ótta fyri hæddum, flúgving, tannlækna og øðrum.
Tey sum vilja vita meira um hesa viðgerðina, kunnu koma í B36 húsið fríggjakvøldið ella hyggja á heimasíðuna
www.tftdanmark.dk.
Tað stendur einki í tíðindaskrivinum um, nær fríggjakvøldið tiltakið í B36 húsinum verður.
ej