Í novembur í 2006 slapp Rúna Hjelm, granskari, at mynstra við Skálabergi og tað tók hon sum eitt gylt høvi til at koma tætt at lívinum hjá sjómonnum umborð á einum av okkara mest framkomnu trolarum. Hóskvøldið 15. november klokkan 19.30 heldur Rúna Hjelm fyrilestur í bókasavninum í Klaksvík við heitinum ”Við Skálaberg í Barentshavinum – upplivingar og gransking”.
Í fyrilestrinum fer hon at lýsa tilknýti hjá føroysku fiskivinnuni til fiskivinnusamfelagi. Ein partur av tí føroysku innuløgumentanini er at gramsa og tann siðurin verður lýstur sum eitt dømi um samanrenningina millum sjógv og land.