Fyrilestur um sólarmyrking

Leiðarin á Orion Planetarium í Danmark, Lars Petersen, heldur almennan fyrilestur í Skúlanum við Ósánna

 

Lars Petersen, sum hevur eina ph.d. í astrofysik við Aarhus Universitet, hevur síðani 1997 verið leiðari á Orion Planetarium í Jels, ið liggur í  suður Jyllandi.

 

Hann hevur nógvar royndir við at greiða frá um astronomi á Planetarium, har hann heldur fyrilestrar og annars kunnar vitjandi.

 

Eisini skrivar hann vísindaligar greinar og er við í útvarps- og sjónvarpssendingum, har hann greiðir frá um hesa vísind, á ein lætt skiljandi og einfaldan hátt .

 

Lars Petersen fer við fyrilestri sínum at greiða frá um tey viðurskifti í astronomiini, sum eru kring eina sólarmyrking og eisini hví tær eru so sjáldan.  Greitt verður frá, hvussu tú best kann uppliva sólarmyrkingina, hvat man skal leggja merki til og um trygdarviðurskifti - hvussu tú verjir teg best.

 

Fyrilesturin við Lars Petersen verður mikukvøldið 18. mars í Skúlanum við Ósánna.