Týsdagin 12. november eru 100 ár liðin. síðan Húsaskonnartin gekk burtur við seks monnum, harav tríggir vóru av Toftanesi í Leirvík.
Í samband við 100 ára minnið, fer Martin Fjallstein at halda fyrilestur um vanlukkuna, og fyrilesturin verður í Bátasavninum júst hetta týskvøld klokkan 19.30.
Martin Fjallstein fer eisini at siga frá øðrum skipum og monnum sum fórust.
Fyrilesturin á Bátasavninum 12. november er almennur, og her verður eisini felagssangur.
- Øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir.