Fyrilestur um Sýrialand og støðuna har í landinum í dag

Sunnudagin 22. apríl klokkan 16.00 heldur Jørgen Bæk Simonsen, professari á universitetinum í Keypmannahavn fyrilestur í Norðurlandahúsinum um Sýrialand og støðuna har í landinum í dag.

Jørgen Bæk Simonsen starvast á Institut for Tværkulturelle og regionale studier, og hann er ein av fremstu serfrøðingunum í Danmark, tá ræður um at viðgera menningina í arabiska heiminum.

Alheimsgerðin gevur øllum heimspørtum og øllum heimsins átrúnaðum nógvar avbjóðingar. Hesir spurningar standa frammarlaga í granskingini hjá Jørgen Bæk Simonsen, og eru ofta kjarnin í fyrilestrunum, sum hann heldur kring alt Danmark, og teimum orðaskiftum, ið hann luttekur í.

Jørgen Bæk Simonsen leggur alla sína sál í, tá hann heldur fyrilestarar ella luttekur í orðaskiftum. Hann er vitandi, og er ein virðismettur undirvísari og ráðgevi.

Umframt yrkisbókmentir hevur hann eisini skriva nógvar bøkur, sum venda sær til vanliga fólkið. Tey, sum hava ferðast saman við honum í arabiska heiminum, hava havt mangar ógloymandi løtur. Frá 2001 til 2005 var hann stjóri á tí danska stovninum í Damaskus. Tað er ókeypis atgongd, siga tey úr Norðurlandahúsinum.