Fyrilestur um rúsdrekkatrupulleikar

Í kvøld verður fyrilestur í Miðlahúsinum um rúsdrekkatrupulleikar, sum ávirka alla familjuna. Orðini rúsdrekkabundinskapur og skaðilig nýtsla av rúsdrekka verða greinað. Birgit Trembacz er í Føroyum og hevur havt skeið við yvirskriftini ?Kann eg gera mun??.

Mánadagin varð skipað fyri tvørfakligum skeiði, og her vóru 20 luttakarar, eitt nú námsfrøðingar, lærarar, prestur, barnaverndartænasta, familjuráðgevar og fólk frá Barnaheimi Føroya.

Endamálið við skeiðunum er at seta fokus á tabuseraða øki, har børn og ung vaksa upp í heimi við rúsdrekkatrupulleikum.

- Hvussu kunnu vit hjálpa hesum børnum og ungum, og hvussu gjøgnumføra vit ta torføru samrøðuna við foreldur og avvarðandi sum hava trupulleikar.

Blái Krossur, sum stendur aftanfyri tiltøkini, sigur, at tað eru nógv børn og ung, eisini í Føroyum, sum kenna til at hava foreldur ella avvarðandi sum drekka ov oftani ella ov nógv.

- Sum menniskja kanst tú eisini fáa trupulleikar seinni í lívinum, um tú í barnaárum hevur havt foreldur ella avvarðandi sum hava havt trupulleikar við rúsdrekka.

Blái Krossur ynskir at fáa ein meiri opnan dialog um hetta evnið.

Í kvøld fer klokkan 19 Birgit Trembacz at halda fyrilestur í Miðlahúsinum í Vágsbotni, og Blái Krossur vónar, at hesi skeið og tiltakið í kvøld kunnu viðvirka til, at samfelagið sum heild fær eyga á hesar trupulleikar og setir hesar á dagsskrá í framtíðini.

Birgit fer at tosa um, at ?rúsdrekkatrupulleikar ávirka alla familjuna?, og hon fer at greina orðið rúsdrekkabundinskapur og skaðilig nýtsla av rúsdrekka. Hon fer eisini at greiða frá, hvussu vit kunnu stuðla børnunum og teimum ungu, tá misnýtsla er í heiminum.