Sveinur Tróndarson
Í kvøld klokkan 19:30 verður almennur fyrilestur í Norðurlandahúsinum, har Stig Hjarvard, lektari við lærda háskúlan í Keypmannahavn fer at røða um public servicestøðirnar í kapping. Stig Hjarvard hevur júst givið út eina bók, TV-nyheder i konkurrence, har hann hevur granskað aktuellu støðuna hjá Danmark Radio og TV2.
Stórar broytingar eru hendar á tíðindaøkinum, soleiðis at tíðindi eru vorðin ein undirhaldssending heldur enn upplýsing. Fyrilesturin er ein partur av NorFag ráðstevnuni, sum útvarps- og sjónvarpsfólk í Føroyum skipa fyri.