Í kvøld klokkan 19 verður fyrilestur í Miðlahúsinum um fólk við menningartarni og sálarligum trupulleikum. Endamálið við fyrilestrinum er at geva avvarðandi og starvsfólkum innan økið vitan og førleikar, tá tað kemur til fólk við menningartarni og sálarligum trupuleikum
Í sambandi við, at Psykiatriski depilin arbeiðir við at styrkja um viðgerðartilboðið til fólk við menningartarni, ið eisini hava sálarligar trupulleikar kemur sálarlæknin Anette Løwert á vitjan í Føroyum.
Anette Løwert hevur drúgvar royndir í arbeiðinum við sálarligum trupulleikum hjá fólki við menningartarni og ætlanin er, at hon skal virka sum konsulentur fyri Psykiatriska depilin á hesum økið. Seinastu 17 árini hevur hon verið yvirlækni í psykiatri í Vejle og hevur seinastu 15 árini havt ábyrgdina av viðgerðini av sálarligum trupulleikum hjá fólki við menningartarni í Vejle Amt. Seinastu trý árini eisini verið konsulentur á hesum øki í Norður Jútlandi.
Tað er Javni, Pedagogfelagið og Psykiatriski Depilin sum í felag sum skipa fyri fundinum









