Fyrilestur um málmenning hjá børnum

Málmenning hjá børnum verður evnið á spennandi fyrilestri í Norðurlandahúsinum í kvøld. Tað er norski kapasiteturin á økinum, Jørgen Frost, professari úr Oslo, sum heldur fyrilesturin kl. 19.30 og er hann ætlaður øllum, sum fáast við børn, bæði familjur og fakfólk.

Eisini fer Bente Hagtvet, professari frá Oslo, at luttaka í kjakinum aftaná.

Jørgen Frost tók í 1984 stig til eina verkætlan um málsligt medvit hjá smábørnum á Bornholm. Síðan hava nærum allir danskir skúlar sett málsligt medvit á dagskrá. Málsliga medvitið verður stimbrað gjøgnum spæl, sum aftur mennir tilvitið um setningar, orð, stavilsi og ljóð. Jørgen Frost heitir á tey vaksnu um at stimbra áhugan hjá barninum fyri málinum, eitt nú við at spæla við og at grunda um málið og við rím og ramsum. Hetta styrkir eisini um førleikarnar hjá barninum at lesa. Jørgen Frost hevur sjálvur gjørt tilfar til málsliga menning og til undirvísing í lesing og skriving.

Hin luttakarin á tiltakinum í Norðurlandahúsinum í kvøld er Bente Hagtvet, professari. Hon vísir á týdningin av, at barnið tíðliga møtir einum virknum skriftmálsstimbrandi umhvørvi, tí tað er við til at styrkja málsligu menningina sum heild. Smábarnaaldurin er eitt serliga viðkvæmt menningartíðarskeið og seta inn tíðliga.

Tað eru Læraraskúlin og Sernámsdepilin, sum skipa fyri tiltakinum.