Fyrilestur um lágt stoffskifti

Í kvøld kl. 19:30 fer serlæknin Hans Perrild at halda fyrilestur á Hotel Føroyum. Fyrilesturin er um tað lága stoffskiftið. Hans Perrild er serlækni í endokrinologi og intern medisin, og hevur í fleiri ár verið leiðandi yvirlækni á endokrinologisku- og gastro-enterologisku deildini á Bispebjerg hospitali.

Hann starvast eisini sum lektari við Keypmannahavnar universitet, og hevur í fýra ár verið formaður fyri Danska Thyreoideafelagið. Granskingarøki er epidemologiin hjá thyreoideasjúkum.

Hans Perrild var við at stovna DANTYR bólkin, sum í 10 ár hevur eygleitt broytingarnar í títtleikanum av ymsu stoffskiftissjúkunum, síðani Danmark fór at koyra jod í borð og breyð salt.

Stoffskiftissjúkur raka serliga ungar kvinnur og tær um miðjan aldur. Umleið 10% av øllum kvinnum fáa onkuntíð í lívinum struma ella annað ólag á stoffskiftið.