Mánakvøldið heldur felagsskapurin, Kris, fyrilestur í Løkshøll í Runavík um kynsligan ágang ímóti børnum. Fyrilesturin er klokkan 19 og har fara fólk, sum sjálvi hava verið fyri kynsligum ágangi sum børn, at siga frá, hvussu tað hevur ávirkað teirra lív langt inn í vaksnamannaárini, men eisini, hvussu tey eru komin víðari í lívinum.
Umboð fyri Runarvíkar Kommunu og Eystur Kommunu vera við á fundinum og tað verður samstundis høvi hjá fundarfólkinum at seta spurningar.
Tey í Kris siga, at aldursmarkið fyri at koma og lurta, er 15 ár.