KFS (Kristiligur Felagsskapur fyri Skúlaungdóm) hevur í hesi vikuni fingið vitjan úr Danmark. Tað er danski KFS-skrivarin og bíbliuskúlalærarin, Frank R. Kristensen, ið er útbúgvin gudfrøðingur, sum vitjar. Í sambandi við at hann í morgin vitjar í Suðuroynni, hevur Frank fyrilestur í skúlahøllini í Trongisvági týskvøldið kl. 20. Evnið er: Kristindómur ein neyðug rættleiðing til nútíðar menniskja?
- Kristindómurin hevur svar upp á teir stóru spurningarnar í tilveruni, sum menniskju í dag tíverri hava gloymt at sett. Fokus verður á teimum stóru spurningunum í tilveruni, sum t.d. Hvør er meiningin við lívinum? og Hvussu hugsar tú um deyðan? og svarunum hjá kristindóminum. Øll eisini tilkomin og eldri eru hjartaliga vælkomin til hendan áhugaverda fyrilesturin. Tiltakið er ókeypis, stendur í tíðindaskrivi frá KFS-Føroyar.
Hesa vikuna vitjar Frank R. Kristensen annars ymsar miðnámsskúlar um landið, har hann undirvísir í religión, hevur andaktir og fundir. Í dag skal Frank undirvísa á studentaskúlanum á Kambsdali, í morgin verður hann á miðnámsskúlanum í Vági, og hósdagin undirvísir hann aftur á Kambsdali og í Hoydølum. Fríggjadagin og leygardagin undirvísir Frank á ungdómsleiðaraskeiðnum í Nesvík, sum Heimamissiónsungdómur skipar fyri saman við KFS. Sunnudagin fer hann aftur til Danmarkar.