Fyrilestur um kristindóm og islam

Leygardagin 19. august heldur Høgni Johannesen almennan fyrilestur undir heitinum Kristin og Islam í samkomuni Lívdini á Brekku 3 í Hoyvík. Fyrilesturin kemur inn á nógvar viðkomandi átrúnarligar spurningar

Fyrilesturin er deildur upp í hesi evni:Hvat er Islam og eitt kristiligt aftursvar, sum t.d. um Muhammed, røtur islams, islamsku læruna, og islam og tann vantrúgvandi. Muslimsk argumentir ímóti tí kristnu trúnni og eitt kristið aftursvar, sum er um Bíblian ella Koranin eru álítandi, deyða og uppreisn Jesusar, er Jesus Gud? og 
vísundin í Bíbliuni og Koranini. Tann Kristni og islam í tí politiska, sosiala og gerandislívinum sum er um tað at ein sannur kristin eigur at elska muslimar, tann kristni og islam í Vesturheiminum, tann kristni og islam í muslimska heiminum, og um heilagt kríggj.
 
Seinasta punktið á skránni verður ein spurnarløta, har høvi verður at seta spurningar.
Høgni Johannesen er havnarmaður, sum býr í Birmingham í Onglandi. Hann hevur tikið B.A. Honours prógv í gudfrøði við trúarverju sum sergrein og arbeiðir bæði sum trúboðari og lesur apologetic (ið merkir trúarverja) í samband við sítt trúboðaravirkið. Lesturin hevur verið býttur upp í fleiri partar yvir eitt longri tíðarskeið.
 
Hesin lesturin gongur út upp á at duga at argumentera fyri kristnu trúnni og kristindóminum sum heild og at duga at taka ímóti avbjóðingum frá øðrum religiónum og filosofium sum argumentera ímóti kristindóminum.
 
Høgni fer í nærmastu framtíð í gongd við hægri lestur í trúarverju. Lesturin er sjálvstøðugur men í samstarvi við Birmingham Christian College í Birmingham.
Saman við lestrinum er Høgni nógv í gøtunum í Birmingham, har hann hevur samrøður við muslimar. Hann studerar Koranina og í gøtunum fær hann veruliga roynt tað sum hann hevur lært. Eisini er hann við í kjakbólkum saman við muslimum og skrivar um evnið á netinum.
 
Mong halda at Islam er ein stór avbjóðing fyri Vesturheimin, og tað kann verða nakað um tað. Sum kristin eiga vit elska muslimar líkamikið hvat. Vit eiga ikki at fylgja tí flóðini sum hatar muslimar. Hóast eg í mínum arbeiði áhaldandi kjakist við muslimar um islam, so havi eg eisini staðið ímóti ágangi, ið er ímóti muslimun, sigur Høgni Johannesen.