Fyrilestur um krimisøgur

Mikukvøldið verður høvi at hoyra granskaran Peter Kirkegaard halda fyrilestur um krimibókmentir á Føroyamálsdeildini

Serøkið hjá Peter Kirkegaard er mæti svenski rithøvundurin Arne Dahl, og í fyrilestri sínum endar Kirkegaard við at tosa um bókina hjá Dahl ?Europa blues? frá 2001.

Peter Kirkegaard hevur granskað og skrivað ein hóp um norðurlendskar krimibókmentir. Í løtuni er hann við í einari verkætlan um norðurlendskar krimibókmentir í okkara tíð.

Dagliga starvast hann sum granskari á deildini fyri samskiftisfrøði á universitetinum í Ålborg.

Fyrilesturin í Føroyum verður hildin í sambandi við, at Peter Kirkegaard í hesum døgum heldur skeið um krimibókmentir fyri BA-og MA-næmingum á Føroyamálsdeildini.

Fyrilesturin, ið er almennur, verður á Føroyamálsdeildini mikukvøldið 22. apríl klokkan 20