Fyrilestur um konservering av listarverkum

Í annaðkvøld, mikukvøldið, KL 19 verður almennur fyrilestur um konservering av listarverkum í Listasavni Føroya

Felagskonserveringin í Århus er eitt almannagagnligt felag, sum er sett á stovn av donskum listasøvnum í 1982 við tí endamáli at varðveita listaverk í tilknýttum listasøvnum við at konservera, umvæla, granska og hava søvn og bygningar undir umsjón. Listasavn Føroya er í 2004 vorðið tilknýtt felagskonserveringina, sum síðan stovnsetingina harumframt hevur víðkað grundarlagið og konserverað fyri eini røð av privatum viðskiftafólkum og stórum virkjum, m.ø. slottum og harragørðum.
Deildarleiðarin Dorthe Aggerholm úr Felagskonserveringini í Århus fer at halda fyrilestur um konserveringina og umvælingina av málningum, serliga eftir S. J. Mikines. Tey hava konserverað 25 listarverk hjá Listasavninum 2004-05 eftir Mikines.
Fyrilesturin verður mikukvøldið 2. november 2005 kl. 19 í Listaskálanum.
Øll eru vælkomin at taka egin verk við, tí eftir fyrilesturin ber til at fáa eina meting av varðveitslustandinum.
Felagskonserveringin hevur tvær deildir, ein á Kronborg Slot og hin á ARoS, Århus Kunstmuseum. Deildirnar umfata alt Danmark.
www.faelleskonserveringen.dk