Hans Andrias Sølvára, lektari á Fróðskaparsetur Føroya, heldur fyrilestur um Klaksvíksstríðið í Keypmannahavn komandi sunnudag klokkan 15.00.
Í Føroyum var rembingartíð í 1950unum, bæði politisk, samfelagsliga og búskaparliga. Tað var ófriður á arbeiðsmarknaðinum, og eisini í høvuðsstaðnum í Norðuroyggjum, Klaksvík, har búskaparliga framgongdin setti krøv um bæði økis- og tjóðarsjálvstýri.
Í Klaksvík var meiriluti fyri sjálvstýri til fólkaatkvøðuna um sambandið við Danmark í 1946. Ein fólkaatkvøða, sum varð undirmett av Danmark. Tað var í hesi tíð, at Klaksvíksstríðið - ella læknastríðið -, sum tað verður kallað í Føroyum, byrjaði. Stríðið førdi til samanbrest millum borgarar, føroyskar og danskar myndugleikar.
Hesin ófriður við donskum hernaðarskipum í Klaksvík og gerandisbardaga í gøtunum var ein ógvuslig ófriður, sum føroyingar ikki kendust við. Ófriðurin setti Klaksvík á heimskortið í tíðindaflutningi fyri eina stund.
Hans Andrias Sølvará, lektor í søgu á Fróðskaparsetur Føroya, leggur dent á grundarlagið fyri læknastríðnum og sjálva hendingargongdina, men eisini verður stríðið sett í eina størri heild.
Hesum boða fyrireikarar frá í dag.