Dennis Holm: Flytingar av bygd í bý. Trupulleikar, orsøkir og avbjóðingar. Fólk miðsavnast, flyta av bygd og í bý. Hetta er ikki eindømi fyri Føroyar, men hendir eisini í londunum rundan um okkum. Dennis Holm fer at greiða frá, hvør gongdin er í londunum rundan um okkum og hvussu hon hevur verið í Føroyum seinastu 10 árini. Hvørjar eru orsøkirnar, hvørjar eru avleiðingarnar uttan fyri miðstaðarøkið, og hvørjar avbjóðingar hevur gongdin við sær fyri økini uttan fyri meginøkið? Hvat er avgerandi fyri, um fólk búsetur seg uttan fyri sokallaða miðstaðarøkið?
Bjarni Mortensen: Lokalt samstarv ? ein vegur til vinnuligt fjølbroytni? Vitan, nýskapan og førleikamenning eru hugtøk, ið javnan eru frammi í orðaskiftinum um vinnumenning. Í flestu førum eru teoriirnar um hesi fyribrigdi bygd á royndir úr samfeløgum, ið eru nógv størri enn okkara. Hvussu kunnu vit ?umseta? hesar royndir til okkara viðurskifti? Við øðrum orðum orðum: Hvussu skapa vit eitt umhvørvi, har vinnan mennist? Hendan spurning fer Bjarni Mortensen at viðgera. Lokalt samstarv kundi verið eitt svar: Vinnuligar fyritøkur, stovnar og einstaklingar liggja inni við førleikum, ið eisini kundi komið øðrum til góðar; men fortreytin er, at partarnir møtast. Víst verður til royndir í øðrum londum.
Ólavur Waag Høgnesen: Nýggj vinnulig hugskot ? søpla vit ríkidømi burtur? Føroyingar eru eitt ?finn uppá-fólk? hevur eina ferð verið havt á munni. Hvussu er og ikki, so eru fleiri ?uppfinnarar? í Føroyum, enn flestu vita um. Hvørja lagnu fáa tey hugskot, sum vera kveikt? Hendan spurningin fer Ólavur Waag Høgnesen at umrøða. Í summum førum vera uppskotini til veruleika, gera búskap okkara meiri fjøltáttaðan og skapa inntøkur. Men í nógvum førum eru royndirnar tær, at uppfinningarnar als ikki ella eisini alt ov seint vera til veruleika. Spurningurin er: Søpla vit møguligt ríkidømi burtur? Um so er, hvat eigur at vera gjørt fyri at hetta ikki hendir?
Fyrilesturin er almennur og verður í Klingruni í Norðurlandahúsinum hósdagin 19. oktober kl. 9.30-12.00.










