Fyrilestur um K.O. Viderø

Í annaðkvøld verður fyrilestur við Bergi Djurhuus Hansen í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð. Hann fer at greiða frá síni gransking í ferðafrásøgnum K.O. Viderøs.

 

 

K.O. Viderø var føroyskur prestur føddur í Skálavík í 1906. Hann gjørdi nógvar ferðir, millum annað til Jerúsalem. Einaferð varð hann enntá eftirlýstur, tí hann hvarv og eingin visti hvar hann var.

Viderø er kendur fyri at týða ein part av Gamla Testamenti, og fyri at hava skrivað fleiri bygda- og oyggjasøgur og hesar ferðafrásagnirnar.

- Ferð mín til Jorsala

- Á Suðurlandið

- Ferð mín til Jorsala á himni

- Á annað Suðurlandið: Ferð mín til Jorsala oman av himni

- Frá landi á fyrsta sinni

- Ferð mín til Damaskus

 

Bergur D. Hansen er cand.mag í komparativari bókmentasøgu og søgu við ískoytisnámi í norðurlendskum máli við Aarhus universiteti í 1998. Í løtuni er hann Ph.d lesandi í bókmentum á Føroyamálsdeildini. Hann granskar í ferðafrásøgnum hjá K.O Viderø, og hann fer hóskvøldið at greiða frá hvussu hann arbeiðir sum granskari, og hvat hann er komin fram til.

 

Fyrilesturin er ókeypis og almennur, og byrjar kl. 19.00