Mikukvøldið 8. desembur 2010 kl. 19.30 heldur Malan Marnersdóttir fyrilestur um listakvinnuna Fridu Zachariassen. Fyrilesturin verður í Listaskálanum. Frida Zachariassen (1912-92) var eitt av sermerktu listafólkunum í Føroyum í 20. øld.
Hon menti sín egna stíl, sum er eyðkendur av geometriskum skapum sett saman í kompositiónir, sum avmynda landsløg, býar- og bygdaløg og fólk.
Hon legði eina røð av frálíkum málningum, tekningum og vatnlitamyndum eftir seg.