Fyrilestur um fiskastovnar

Bjørn Kunoy, LL.M., ráðgevi í uttanríkisráðnum heldur fyrilesturin um ferðandi fiskastovnar og altjóða handilsrættarskipanina Støða Føroya er ógvuliga nógv tengd at altjóða lóg. Altjóða havrættur og altjóða handisrættur áseta um rættindi, skyldur og mannagondir, tá ið ræður um ferðandi og umskarandi fiskasløg. Eisini er drúgv venja á økinum, har ið Føroyar seinastu 40 árini hava brotið sær slóð uttanríkispolitiskt við samráðingum við onnur lond um bæði felags stovnar og umbýti av fiskiveiðirættindum.

Serliga kjakið um makrel í føroyskum sjógvið hevur gjørt greitt fyri føroyingum, hvønn týdning altjóða lóg hevur, og hvussu føroyingar mugu skipa seg væl og kenna altjóða karmar.

Framløgan fer at útgreina hvørt strandalond hava somu fullræðis rættindi at áseta mest loyvdu veiði fyri ferðandi fiskastovnar (ið ferðast í havøkinum hjá ymiskum strandalondum) eins og ikki-ferðandi fiskastovnar (ið halda seg mest í sjóøki hjá ávísum strandalandi).

Framløgan fer síðani at útgreina altjóðarættar skylduna hjá strandalondum at samráðast um at áseta eina mest loyvda veiðu á ferðandi fiskastovnar. Ætlanin er somuleiðis at útgreina, hvørt sokallaðar ?autonomar kvotur? (tá ið ongin semja er um býti) kunnu verða skýrdar ólógligur fiskiskapur (sokallað ?IUU?) . At enda verður hugt at handilsrættarskipanini, tvs. hvørjar WTO-ásetingar loyva og avmarka heimildina hjá øðrum londum at seta verndartiltøk í verk móti vørum frá strandalandi ið hevur ásett autonoma kvotu av ferðandi fiskastovni.

Fyrilesturin verður mikukvøldið 1. juni klokkan 19.00 í fyrilestrarhølinum í Jónas Broncksgøtu 25.