Fríggjadagin helt formaður Javnaðarfloksins Jóannes Eidesgaard fyrilestur á norðurlendska journalist háskúlanum í Århus undir heitinum "Føroyar í dag". Hetta er triðja árið, Jóannes er biðin at halda fyrilestur um føroysk viðurskifti fyri journalistum, sum eru komnir á norðurlendska journalist háskúlan á eftirútbúgvingarskeið. Fyrilesturin, sum í mestan mun snýr seg um búskap og politikk uttan tó at verða politiskur, gevur áhoyrarunum eisini eina søguliga gjøgnumgongd frá landnáminum til í dag so áhoyrararnir fáa eina betri fatan av Føroyum, sum einum modernaðum samfelag.










