Fyrilestur um epilepsi

Í morgin verður fyrilestur um epilepsi hildin á Hotel Føroyum við serligum denti á kvinnur og epilepsi, sum Bjarke á Rógvu-Hansen fer at halda

Í morgin klokkan 14 fer danski læknin Bjarke á Rógvu Hansen at halda almennan fyrilestur um epilepsi.

Fyrilesturin verður hildin á Hotel føroyum, og tað er Epileptikarafelagið, sum skipar fyri.

Serligur dentur verður lagdur á evnið »Kvinnur og epilepsi.«

Bjarke á Rógvu Hansen, sum er deildarlækni á Epilipsideildini á Rigshospitalet, sigur, at umleið helvtin av øllum epileptikarum eru kvinnur.

Men tær verða viðgjørdar øðrvísi enn menn og børn.

Orsøkin eru tey kvinnuligu hormonini og tær serligu umstøðurnar, sum gera seg galdandi í samband við barnsburð, føðing og at geva børn.

Sjúklingarnir seta ymsar spurningar, sigur Bjarke á Rógvu Hansen.

Slíkar sum hví tær altíð fáa tilburðirnar saman við mánasjúku?

Um tað er rætt, at epileptikarar hava truplari við at gerast við barn?

Fer barnið at arva sjúkuna?

Verður barnið vanskapt orsakað av heiligvágnum, eg taki móti epilepsi?

Kann eg geva bróst, samstundis sum eg taki heiligvág?

Hvussu verður við sjúkuni, tá eg komi í skiftisárini?

Bjarke á Rógvu Hansen sigur, at hesum spurningum fer hanna at svara í fyrilestrinum, hann fer at halda í morgin.

Væntandi fer fyrilesturin at vara umleið ein tíma. Aftan á verður ein drekkamunnur at fáa, sigur Epileptikarafelagið.

Annars verður sagt frá Epileptikarafelagnum, at tann sætta mai vóru liðin tíggju ár, síðan felagið varð stovnað.

Á seinasta aðalfundi, sum var tann 8. mai, varð nýggjur tiltakslimur valdur.

Nevndin skipaði seg við Ragnfríð Sørensen, sum formanni.

Ásu Østerø sum næstformanni.

Anniku Krosstein sum kassameistara.

Mari Johannesen sum skrivara, og

Jónu Túgvustein sum nevndarlimi.

Jóna er úr Æðuvík, og allar hinar úr Havn.

Tiltakslimir eru

Gullberg Gullfoss úr Havn og

Elisabeth Leo úr Skopun.

Í samband við, at felagið í ár er tíggju ár, er ætlanin at hava eithvørt tiltak í Norðurlandahúsinum í september.

Enn er eingin endalig skrá løgd, og nevndin heitir tí á fólk um at koma við onkrum góðum hugskotum.

Fólk kunnu seta seg í samband við formannin Ragnfríð Sørensen á


tlf. 31 39 78.