Mikukvøldið klokkan 19 fer Dennis Holm, samfelagsgranskari, at halda fyrilestur í kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju. Fyrilesturin nevnist: Byggja vit eldrabúðstaðir á rættan hátt?
Her hava avvarðandi, kommunalpolitikarar og onnur áhugað høvi til at síggja og hoyra um tað at byggja til eldri borgarar.
Í hesum døgum eru nógvar ætlanir um nýggj røktarheim í øllum landinum. Spurnartekin verður sett við mátan, ið brúktur verður, og væl ber til at seta spurningar. Komandi árini ynskir eitt stórt tal av frískum eldri fólkum at flyta úr stórum húsum í smærri hús. Hvussu gera vit, spyrja fyrireikararnir til fyrilesturin, sum altso verður í Hoyvíkar Kikrju komandi mikukvøld klokkan 19










