Café Chill í Kollafirði verður í kvøld karmur um fyrilestur um bróstkrabba Tað verður Jónvør Christiansen, sum fer at halda fyrilesturin, ið byrjar klokkan 19.l
Umframt fyrilestur og kjak um evnið, verður eisini tónleikur á skránni, og verða tað Ása Dam og Henning Jensen, sum standa fyri hesum.
Tiltakið kostar 50 krónur, og eisini verður okkurt sunt og leskiligt at fáa afturvið, verður sagt í tíðindaskrivi.










