Í kvøld klokkan 19.30 skipar Føroya Astma/Allergifelag fyri fyrilestri um trupulleikar við blámusoppi. Fyrilesturin verður í Miðlahúsinum í Havn. Lone Grønborg, lívfrøðingur, heldur fyrilesturin.
Fyrilesturin fer at viðgera og umrøða evnini:
· Hvat er blámusoppur?
· Hvussu kemur blámusoppur inn?
Og um nýggj materialir í Føroyum, sum kann hjálpa einum til at verja seg við ímóti blámusoppi
Fyrilesturin um blámusopp er almennur og øll áhugað eru vælkommin.
Blámusoppur og inniluft eru evni, ið eru vorðin alt meira aktuell seinnu árini og ikki minst nú, tá ið ymisk arbeiðspláss er flytt grundað av blámusoppi og serstakliga tí, at líkt er til, at alt fleiri fólk fáa heilsuligar trupulleikar av blámusoppi.
Til kunningar hevur felagið bókling um blámusoppi, sum Føroya Astma/Allergifelag hevur givið út í samráð við Innilufttænastuni.