Í morgin, leygardagin kl 15, verður fundur fyri foreldur at børnum við autismu og líknandi trupulleikum í MBF-húsinum í Havn
Tað eru foreldur, sum skipa fyri fyrilestrinum, har Jógvan Fríðrikssson, prestur og komandi bispur, fer at tosa um ta sorg, at fáa børn við breki.
Fundurin verður í MBF-húsinum, sum er á Íslandsvegnum 10 c í Havn kl 15.
Eisini fara umboð fyri brekdeildina á Almannastovuni at siga frá rættindum hjá familjuni og at svara spurningum, siga fyrireikararnir.










