Bygdin hevur verið avtoftað í nærum 90 ár, men hevur kortini sína søgu. Tað var í 1913 at ein bátur av Skarði gekk burtur, og førdi hetta við sær at fólkið flutti av bygdini í 1919. Meiri um hetta verður at frætta á Klaksvíkar bókasavni hósdagin 6. november klokkan 19:30.









