Fyrilestur um Óðalsmentan

FYRILESTUR
Kunningarstovan í Runavík

Kommunurnar í Oyndarfirði, á Skála og í Runavík skipa í hesi vikuni fyri fyrilestrum um óðalsmentan.
Kári á Rógvi, formaður í Føroya Óðalsfelag, fer at greiða frá, hvønn týdning óðalsmentanin hevur fyri búseting og trivna í Føroyum.
Óðalsfelagið hevur roynt at ávirka jarðarpolitikkin í Føroyum. Serliga hevur felagið víst á:
matrikullógina
smá festi
leigutraðir
og jørð nærhendis stórplássum
At fáast við seyð og hava jørð í felag er at kalla elsta mentan í Føroyum. Longu í Seyðabrævinum frá 1298 stendur: »Nú eiga mangir menn seyð saman í einum haga.« Enn eru tað fleiri túsund fólk, ið hava hug at fáast við seyð, um tað er í haga ella á trøð, men henda upprunamentan kappast við so mangt annað á okkara døgum.
Fyrilestrarnir eru ókeypis og ætlaðir øllum, sum hava áhuga fyri ? ella fortreð av ? jarðarbrúki. Teir vera hildnir hesar dagar:
Mikukvøldið 11. februar:
í Oyndarfirði kl. 18.00 og í Runavík kl. 21.00.
Hóskvøldið 12. februar:
á Skála kl. 19.00.