Fyrilestur um alkoholismu og siðamisbrot

Mánakvøldið 17.mars kl.19.00-21.00 fara Turið Horn og Poula Eidesgaard, psykoterapeutar, at halda fyrilestur í Margarinfabrikkini um alkaholmisnýslu og siðamisbrot.

Mánakvøldið 17.mars kl.19.00-21.00 fara Turið Horn og Poula Eidesgaard, psykoterapeutar, at halda fyrilestur í Margarinfabrikkini um alkaholmisnýslu og siðamisbrot.

Báðir fyrilestranir fara at taka støði í teirra egna lívi og hvussu tær eru raktar av ávikavist árinum av alkoholismu  og siðamisbroti í familjuni.  

Hóast hesi evni eru sera álvarslig, er vón. Tað er boðskapurin hjá fyrilestrahaldarunum. Og vónin liggur fjald í at seta hol á og at hava dirvi til at tosa um hesi evni.

Fyrilesturin um alkoholismu fer at snúgva seg um tey avarðandi, og um børn, sum liva í eini familju har foreldrini drekka. Hvat ger tað við børn, at foreldur drekka uttan tamarhald, og hvat kunnu vit gera, fyri at koma burtur úr óhepnu støðuni?

Fyrilesturin um siðmisbrot fer at snúgva seg um, hvussu tú sum foreldur fótar tær aftur, aftan á at tað er komið fram, at barn títt hevur verið fyri siðamisbroti og  hvussu kann familjan liva víðari eftir, at hetta er komið fram í ljósið?

Báðar fara at greiða frá teirra egnu søgu og hvat kann gerast.