Fíggjarliga ábyrgdarloysi í Íslandi er kanska ein avleiðing av sjálvsprísandi nationalromantisku rørsluni, sum teir enn sita fastir í.
Tað sigur íslendski bókmentagranskarin Kristján Jóhann Jónsson, sum heldur fyrilestur á Fróðskaparsetrinum í dag, um romantisku røsrsluna í Íslandi, og hví hon ongan enda mundi fáa.
Við støði í íslendsku tjóðskaldunum Jónas Hallgrimsson og Grímur Thomsen lýsir hann tvey ymisk frælsishugtøk, sum hava havt ávirkan á íslendskan hugsunarhátt.
Sambært Jónsson hevur nationalromatiska frælsishugsjónin hjá Hallgrimsson fest seg í tilvitskuna hjá íslendigunm á ein hátt, so teir ofta eru sannførdir um, at teir eru heimsins bestu í næstan øllum.
Við seinni liberalistisku tankunum hjá Grími Thomsen um frælsi hjá tí einstaka, hendi ein óheppin samanrenning, sum ofta er endað í onkrum, sum minnir um stórlætisørskap hjá íslendska fólkinum, sigur Jónsson.
Lítil ivi um er í øllum førum um, at ymisháttaðu frælsishugsjónirnar hjá skaldunum Hallgrimsson og Thomsen umboða eina tvístøðu, flestu íslendingar kenna seg læstar í millum skylduna mótvegis stolta heimlandinum og ímyndina av sær sjálvum sum framfýsnir verðinsmenn, staðfetsir Jónsson.
Fyrilesturin verður á Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini kl 15 í dag










