Í dag klokkan 15 verður fyrilestur og verkstova um altjóða vápnasáttmálan í Mannarættindarúminum hjá Amnesty International, Føroya Deild, á Kongabrúnni í Havn, har Dan Hindsgaul altjóða ráðgevi hjá Amnesty í Danmark, heldur fyrilestur um týdningin av at fáa ein altjóða vápnasáttmála.
Amnesty sigur í tíðindaskrivi, at vápnaídnaðurin er ein av heimsins størstu ídnaðum.
Ongar altjóða leiðreglur eru fyri útflutningi av vápnum, og mutur er ein stórur trupulleiki.
Hvørji lond senda vápn til Miðeystur og Norðurafrika og eru við til at halda lív í stríðnum í eitt nú Sýria?
Dan Hindsgaul tosar eisini um hvønn leiklut Danmark hevur, tá talan er um vápnasølu.