Fyrilestur og steypadystir um CTD

Í annaðkvøld, mikukvøldið 23. mars klokkan 19, heldur Ulrike Steuerwald, serlækni, almennan fyrilestur um CTD í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. Fyri at krydda tiltakið, fer Lív Næs at syngja fyri áhoyrarunum.

CTD er aftur á breddanum sunnudadagin, tá ið føroyameistararnir í HB og steypavinnararnar í EB/Streymi spæla steypadyst á ovara vølli í Gundadali.

Tað er Lions Klubburin, sum skipar fyri og allur ágóðin fer til CTD felagið.

Hetta er fimta árið á rað, at spælt verður um Lions-steypið, sum B36 vann í 2007, NSÍ í 2008 og sum HB vann í bæði 2009 og 2010.

Av tí at HB er við aftur hesa ferð, kann felagið vinna steypið triðju ferð á rað. Hinvegin er hetta triðju ferð, at EB/Streymur er við, uttan at hava vunnið steypið.