Fyrilestur og sangur í Gøtu

 

Í kvøld fríggjakvøldið, verður ein serlig kvøldløta í Gøtu kirkju, har Leif Hansen fer at halda fyrilesturin “Sungna reformatiónin”, um fyrstu 100 árini eftir Reformatiónina”.

 

Fyri at stuðla undir fyrilesturin, verða sálmar eisini sungnir, ið eru frá sama tíðarskeiði.

 

Kvøldløtan er eitt av fleiri tiltøkum, ið verða næstu tíðina í samband við at Gøtu kirkja fær nýggja urgu í mai ella juni í ár.

 

Talan verður um higartil størstu urgu í Føroyum, hvat tal á stemmum viðvíkur.

 

Símun Hammer, organistur í Gøtu kirkju, fer tí eisini at hava eina stutta framløgu um urguna, sum er latin frá Samuelskirkjuni í Keypmannahavn, men verður høvuðsumvæld og útbygd nakað, áðrenn hon stendur liðug í Gøtu kirkju.

 

Eftir kvøldløtuna verður ein drekkamuður í kirkjukjallaranum, har høvi eisini verður at kunna seg nærri um nýggju urguna, umframt at umrøða evnið, ið Leif Hansen legði fram.