Fyrilestur á Klaksvíkar bókasavni

Hóskvøldið 25. november kl. 19.30 heldur Malan Marnersdóttir professari fyrilestur um listakvinnuna Fridu Zachariassen á Klaksvíkar bókasavni. Malan Marnersdóttir hevur skrivað bók um listakvinnuna og bókin er júst útkomin.

Frida Zachariassen er fødd í Klaksvík og búði har stórsta partin av lívi sínum. Hon hevur lagt eina røð av málningum, tekningum og vatnlitamyndum eftir seg.

Í bókini um Fridu Zachariassen sigur Malan Marnersdóttir millum annað, at Frida Zachariassen var eitt tað sermerktasta listafókið í Føroyum í 1950?árunum. Hon menti sín egna stíl, sum var eyðkendur av geometriskum skapum sett saman í kompositiónir, sum avmynda landsløg, býar- og bygdaløg og fólk.