Kunningarstovan í Saltangará
Mikukvøldið 15. oktober kl. 19.00 verður fyrilestur í húsinum hjá
Kongshavnar Kvinnufelag á Glyvrum. Tað eru umboð frá Føroya Barnaheimi sum
halda fyrilesturin um virksemið á heiminum.
Á Føroya Barnaheimi eru tvær deildir. Familjudeildin og Barna- og
Ungdómsdeildin, og verða umboð fyri báðar deildirnar við á fundinum.
Umboðini eru Djóni Weihe Joensen, Finnur Helmsdal og Hallbjørg Lamhauge.
Fyrilesturin er liður í eini røð av smærri tiltøkum, sum Kongshavnar
Kvinnufelag javnan skipar fyri. Seinastu tíðina hevur Kongshavnar
Kvinnufelag skipað fyri millum annað fyrilestrum um siðamisbrot,
diabetikarar, og kostráðgeving. Í komandi mánaða fer Diana Borgnyardóttir at
tosa um ymisk viðkomandi evni, serstakliga við atliti til áhugamál hjá
kvinnum og kvinnuspurningum. Boðað verður nærri frá hesum fyrilestri seinni.