Hóskvøldið klokkan19 fer Eyðun Joensen sálarfrøðingur at hava fyrilestur í Christianskirkjuni í Klaksvík.
Fyrilesturin hevur heitið Tà ið sorg hevur rakt.
Eyðun Joensen fer at lýsa hugtakið sorg breitt, vit kunnu missa á ymiskan hátt, við deyða, hjúnarskilnað, missa førleikar, gerast arbeiðsleys og so framvegis.
Eftir fyrilesturin verður høvið at seta spurningar.