Týskvøldið komandi klokkan 19.30 hugleiðir Martin Fjallstein um fiskivinnuna í Leirvík í 1950-unum - um bátar, skip, virkir og vinnumøguleikar.
Í frásøgnini fer Martin at siga frá útróðrarbátunum og skipunum, sum komu eftir kríggið og fram til 1960. Greitt verður frá útróðrinum, íslandstúrunum og sildafiskiskapinum, sum tók seg upp um tað mundið. Í hesum sambandi verður komið inn á virkini, sum eisini komu tá: Turkihúsið í 1950 og flakavirkið Frost í 1956. Um sama mundið fóru teir flestu bygdardreingirnir til saltfisk við norðmonnum,. Nakrir menn fóru yvir í Oyggjarnar um veturin og yvir í Føroyingahavnina um summarið. Alt varð gjørt í eini roynd at tjena meira undir betri umstøðum. Við myndum og talvum verða bygdin, bátarnir og gongdin lýst. Eisini verður felagssangur á skránni.
Eysturkommuna, sum fekk Báta- og listasavnið handað sum gávu í heyst frá Jórun og Osmundi Justinussen, skipar fyri hesum tiltakinum, sum er tað fyrsta hjá teimum í hesum hugnaligu hølunum.
Martin Fjallstein f. 1946, sum vaks upp í Leirvík, hevur skrivað fýra bind av Leirvíkar bygdarsøgu. Hann leggur nú síðstu hond á yngru fiskivinnusøguna (1945-2012) og hús og slektirnar á Áargarði. Væntandi kemur tann síðsti parturin av bygdarsøguni út í septembur mánað.