Fyrilestrar um Oyggjaleikir

ÍSF hevur boðið øllum teimum, sum taka lut á oyggjaleikum, til fund í Norðurlandahúsinum í kvøld

Talan er um felags fyrireiking til leikirnar, har mongu føroysku ítróttarfólkini sjálvandi vilja gera sítt til, at føroyska úrtøkan verður tann best møguliga.

Evnini á fundinum í kvøld eru venjing, kostur og doping, og verða tríggir fyrilestrar upp á einar 20 minuttir hvør á skránni.

Fyrilestrarhaldarar eru Magni Mohr, ítróttarfysiologur, Sølvi Winther Olsen, ítróttarlækni og Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðsluráðgevi.

Fundurin byrjar klokkan 19, og millum fyrilestrarnar verður sjálvandi høvið hjá luttakarunum at seta spurningar til serfrøðingarnar.