Í samband við stóru steypafinaludagarnar í hondbólti í høllini á Hálsi í Havn í morgin, er Rikke Nielsen komin til Føroya at hava tveir fyrilestrar um "Lykkeliga".
Fyrri fyrilesturin verður í ÍSF-húsinum fríggjakvøldið 16. februar millum klokkan 19 og 21. Hesin fyrilesturin er ætlaður foreldrum hjá menningartarnaðum børnum og ungum, sum høvdu havt gleði og gagn av, at ein "Eydnudeild" var sett á stovn í Føroyum.
Seinni fyrilesturin verður í ÍSF-húsinum, leygardagin 17. februar millum klokkan 11 og 13. Tann fyrilesturin er ætlaður almenninginum.
Fyrireikarin, Morten Hust Petersen sigur við in.fo, at ætlanin er heilt greitt, at ein "Eydnudeild" skal eisini á breddan í Føroyum, og hann vónar so inniliga, at undirtøka verður fyri tí.
Seinnapartin vitjaðu Rikke Nielsen og Morten Hust Petersen sendingina SportBoxina á Rás2 til eitt prát um "Lykkeliga", sum Rikke Nielsen kann staðfestar veruliga hevur gjørt mun fyri bæði íðkarar, foreldur og ikki minst hondbóltsfeløgini, sum hava tað sum ein part av sínum virksemi.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var í SportBoxini á Rás2 seinnapartin í dag.