Fyrilestrar og framløgur á NAFF

Í samband við fiskivinnustevnuna verður eitt sonevnt ?Exhibition party? á Hotel Føroyum, sum er ein veitsla, har øll, sum hava luttikið á framsýningini, kunnu taka sær av løttum eina løtu

NAFF

Sum ein náttúrligur partur av eini slíkari altjóða fiskivinnustevnu eru fyrilestrar og framløgur. Soleiðis verður eisini, tá ið North Atlantic Fish Fair verður á Sandvíkarhjalla í komandi viku.
Ólavur Gregersen, stjóri fyri Bitland-samtakinum, fer at tosa um sporføri í fiskivinnuni, Dr. Jón Águst Torsteinsson úr Íslandi fer at tosa um leggja fram um ?Orkuoptimering hjá fiskiskipum?, og fólk frá Fiskirannsóknarstovuni fara eisini at leggja fram.
Høvið verður eisini hjá luttakandi fyritøkum á North Atlantic Fish Fair at leggja fram sítt tilfar sum framløgur.

Exhibition party
Sum vanligt er, tá ið slík tiltøk eru, verður eisini høvi hjá luttakarunum á NAFF at taka sær av løttum eina løtu. Eitt av hesum tiltøkum verður ein serlig veitsla á Hotel Føroyum.
Hetta verður eitt sonevnt ?Exhibition party?, har øll, sum hava luttikið á fiskivinnuframsýningini, sleppa at hittast undir meiri óformellum viðurskiftum og kunnu taka sær av løttum eina løtu.