Fyrilestrahaldari við ongum beinum

Á 30 ára hátíðarhaldið hjá MBF í Norðurlandahúsinum mánadagin 24. oktober fer René Nielsen at halda fyrilestur um kynstri at liva, hóast hann ongi bein hevur.

René Nielsen, ið er 43 ára gamal, varð í 1991 yvirkoyrdur av einum toki og misti bæði beinini. René er bankaútbúgvin, og aftaná at hann var endurvandur, helt hann fram við at arbeiða sum bankamaður. Vanlukkan hevði tó vent upp og niður upp á nógv, so tá hann byrjaði at standa í vatnskíðum runt um í verðini, gjørdi hann av at gevast við at arbeiða, og í staðin fór hann at lesa ítrótt og vælferð á Universitetitum í Keypmannahavn.

Longu í 1993 gjørdist René heimsmeistari í vatn- slalom og í 1994 europameistari. Í 1996 byrjaði René sína lívsleið innan frælsan ítrótt og fýra ár seinri, á paraolympisku leikunum í Avstralia vann hann gull, silvur og bronsu í ávikavist spjótkasti, fimmkamp og kúluvarpi.

René ferðast nú runt allan knøttin og heldur fyrilestrar Fyrilesturin hjá René snýr seg í høvuðsheitum um at taka ábyrgd fyri egnum lívi, hóast lívsleiðin gongur aðrar leiðir enn væntað. Harumframt tosar hann um hvønn týdning ítrótturin hevur í mun til at takla truplar støður.

René er eitt livandi dømi um at fólk, ið bera brek, eisini hava dygdir og yvirskot at vera virkin í samfelagnum í staðin fyri at lata seg stýra av fysiskum avmarkingum.

Umframt René Nielsen fer Petra J. Joensen, stjóri í samanløgdu stovnunum Almannastovan og Nærverkið at halda setanarrøðuna og Leila Solmunde fer at tosa um MBF, eitt 30 ára skeið.