Andras Miðskarð
Klaksvík
Landsstýrismaðurin Torbjørn Jacobsen hevur sagt alment, at løgmaður er landasvíkjari við fleiri líkum í lastini. Hetta mugu sigast at vera stór orð at brúka um ein løgmann.
Men eftir at løgmaður hevur fyrigivið Torbirni, og Høgni Hoydal hevur flongt hann (onkunstaðni ímillum eitt reytt- og eitt gult kort), so standa tveir ósvaraðir spurningar eftir:
1. Hvat meinar Torbjørn Jacobsen nú um løgmann?
2. Hvussu verður við frídøgunum 1. mai og 5. juni?
Torbjørn Jacobsen handlar, sum um hann longu hevur fingið loysing. Fyri honum er 5. juni ikki grundlógardagur. Men Starvsmannafelagið og helst onnur fakfeløg við, hava samrátt seg til ein hálvan frídag tann 5. juni.
Hvat skulu føroyingar nú gera tann 1. mai og 5. juni komandi?










