Er lív títt merkt av negativum kenslum móti einum persóni í tínum núverandi lívi ella í tínari fortíð? Um so er, er fyrigeving ein vegur at ganga.
Hetta er ofta lættari sagt enn gjørt, men tað er títt lív og tín gerandisdagur, sum á hinari síðuni er at vinna.
Granskarar vísa á, at við at hanga føst í gamlari øði, dregur tú ikki bara sálarliga pínu á teg, men eisini likamliga pínu, eitt nú kroniskar magatrupulleikar, hjartatrupulleikar, húðtrupulleikar, ovurfiti og strongd. Haraftrat kann øðin gerast so ótolandi, at tú destruktivt fellur í misnýtslu. Men, misnýtsla kann bert doyva trupulleikan - og ikki loysa hann. Hinvegin økir misnýtsla bara um tín leiklut sum offur, eins og misnýtsla eisini økir um frustratiónirnar.
Hetta ein ónd ringrás.
Hvar er fyrigeving?
At fyrigeva er ikki at gloyma, avnokta ella at bagatellisera nakað, sum er gjørt ímóti tær. At fyrigeva er ikki ein spurningur um, at tú sjálv skalt átaka tær skuld. Fyrigeving krevur heldur ikki, at tú tekur uppaftur sambandið. At fyrigeva er at sleppa bindingini til tað, sum hendi - fyri tína egnu skuld. Hent er hent, gjørt er gjørt. Tað, sum er gjørt, kunnu vit ikki gera umaftur. Tað einasta, sum vit kunnu broyta, er okkara egna forstáilsi og okkara egna tulking. Vit skulu leita hagar, vit kunnu síggja tingini í einum nýggjum ljósi, sum kann vera frígerandi.
Tað er trupult
At fyrigeva er nakað av tí truplasta í lívinum, tí í hesum hongur plasering av skuld. Tað er ikki av ongum, at Jesus biðir menniskju um at lata hann bera heimsins skuld. Tað er júst tí, at vit hava trupult við at bera skuldina sjálvi.
Spurningurin um fyrigeving og skuld kann soleiðis vera djúptøkin í okkara lívi. Tú skalt liva við tær sjálvum og tí tú ert restina av lívi tínum. Vit skulu minnast til, at fyrigeving er ein viljasak, tí tú mást vilja tað fyri at kunna fyrigeva.
Tú kanst seta tær spurningin, hvussu tú vilt hava tað restina av lívi tínum, um tú heldur fram við ikki at fyrigeva. Tú kanst eisini seta tær spurningin, hvat tú hevði rokkið, um tú fyrigav.
Hvussu fyrigevur tú?
Vegurin til fyrigeving gongur um ein nýggjan hátt at tulka og skilja. Stutt sagt snýr tað seg um at skilja menniskjað, sum hevur sært teg - og um tú heldur teg ikki at kunna skilja viðkomandi, royn so kortini.
Hugsa um, hví viðkomandi gjørdi soleiðis. Hevði hon fingið ringa viðferð av síni egnu familju, ella bar hon kanska pínu. Royndi hon at særa teg, tí hon sjálv var sær ella illa viðfarin. Men, ikki minst: Visti hon yvirhøvur, at hon særdi teg - og gjørdi hon tað óbevíst?
Tá tú hugsar soleiðis, byrjar tú at síggja persónin í einum øðrum samanhangi, og á henda hátt sært tú eisini teir trupulleikar, sum tú heldur eru, úr eini ávísari frástøðu.