Fyribyrgjandi kanningar fyri krabba í tarmunum gera mun

Danskir granskarar hava staðfest, at møguleikin at uppdaga krabbamein í tarmunum, áðrenn sjúkran hevur breitt seg, er tríggjar ferðir størri, um ein tekur av kanningartilboðnum frá danska heilsuverkinum.

 

Heilsuverkið í Danmark setti fyri fýra árum síðani í verk eina kanningarætlan, har allir danir millum 50 og 74 ár fáa í boði at verða kannaðir fyri krabbamein í tarmunum.

 

Í nýggjari kanning, sum granskarar á sjúkrahúsinum í Randers hava gjørt, vórðu knappliga hálv onnur millión fólk býtt í tveir bólkar. Í øðrum bólkinum vóru 400.000 danir, sum í 2014 og 2015 høvdu tikið av tilboðnum um fyribyrgjandi kanning fyri krabbamein í tarmunum. Í hinum bólkinum vóru umleið ein millión fólk, sum ikki fingu í boði at verða kannað fyrr enn í 2016 og 2017.

 

Hagtølini vísa, at tvífalt so nógvir tilburðir av krabbameini í tarmunum vórðu staðfestir hjá teimum, sum høvdu tikið av tilboðnum um fyribyrgjandi kanning sum hjá teimum, ið ikki høvdu verið við í kanningarætlanini.

 

Granskararnir vísa í hesum sambandi á, at tað hevur alstóran týdning, at sjúkan verður staðfest so tíðliga sum møguligt.

Sagt verður, at verður krabbamein í tarmunum staðfest, tá sjúkan er á fyrsta stigi, verða 90 prosent lekt. Verður sjúkan hinvegin staðfest, tá hon er á fjórða stigi, eru útlitini fyri lekidómi bara 10 til 15 prosent.

 

Granskararnir siga við dr.dk, at útlitini fyri heilsubót hjá sjúklingunum, sum fáa staðfest sjúkuna við fyribyrgjandi kanningini, eru munandi betri enn hjá teimum, sum ikki fara til lækna, fyrr enn tey fáa sjúkueyðkenni.

 

Kanningin hjá donsku granskarunum staðfestir eisini, at kanningarætlanin, sum varð sett í verk í 2014, ger størstan mun hjá monnunum, tí menn eru ikki eins raskir og kvinnur at fara til lækna.