- Fyribyrgja heldur enn bøta um

Millum pallborðsfólkið eftir fyrilestrarnar var Bill Justinussen, landsstýrismaður í familju- og trivnaðarmálum, og var hann avgjørdur um, hvønn høvuðsboðskap hann hevði tikið til sín. - Málið skal vera at fyribyrgja í staðin fyri at bøta um, segði Bill Justinussen

Bill Justinussen var glaður um og nøgdur við tiltakið í Norðurlandahúsinum mánadagin. Hann segði seg hava lært nógv um økið, men av øllum lærdóminum hevði hann serliga bitið merki við ein høvuðsboðskap.
- Eftir mínum tykki kom ógvuliga greitt fram, hvør politikkurin á sálarfrøðiliga økinum skal vera, nevniliga, at vit mugu fyribyrgja í staðin fyri at reparera, vísti Bill á.
Við hesum skal ætlanin sambært landsstýrismanninum vera at fáa sálarligu trupulleikarnar av vegnum, áðrenn teir fáa fastatøkur á einum mannalívi, og við hesum í huga er greitt, at ein frá byrjan av skal gera íløgur í tey, sum arbeiða við børnum og ungum.

Ein útrætt hond
Landsstýrismaðurin í familjumálum vísir víðari á, at við psykiatribussinum fer ein spjaðing heldur enn ein sentralisering fram av evninum.
- Við hesum átaki fer evnið kring alt landið, í staðin fyri at talan gerst um eina miðsavnan. Við tiltakinum fáa tey 6-8% av børnunum eisini hjálp, sum ongan góðan hava, og er hetta tískil ein útrætt hond frá fyrireikarunum til børnini, sigur Bill Justinussen. Hann leggur afturat, at hann avgjørt hevur fingið íblástur til t.d. trivnaðarkanningar og líknandi tiltøk at fremja í framtíðini.
Landsstýrismaðurin nýtir eisini høvi at takka fyrireikarunum fyri tiltakið.
- Tað er undranarvert, at einstaklingar fáa slíkt tiltak upp á beinini, sum frammanundan arbeiða á einum so tungum og krevjandi øki, sum heilsuøkið er, og tað skulu tey hava rós fyri, sigur landsstýrismaðurin í familju- og trivnaðarmálum, Bill Justinussen, at enda.