Í nátt hevur løgreglan fingið onkrar fráboðanir um, at fólk koyrdu hýruvogn ólógliga. Tað krevst nevniliga serligt koyrikort fyri at kunna koyra hýruvogn, og harafturat skal ein hava loyvi til at koyra hýruvogn.
Tað er sjálvandi loyvi at koyra við fólki, men tað eru bara bilførarar við hýruvognsloyvi, sum hava loyvi til at taka pening fyri tað.
Og í nátt vóru tað fólk, sum hildu, at bilførarar koyrdu hýruvogn, uttan at hava neyðugu loyvini til tað. Løgreglan sigur, at tey kannaðu málið, men at tað verður ikki gjørt meiri við tað.
Løgreglan sigur, at tey tosaðu við nakrar av teimum bilførarunum, sum skuldu havt koyrt ólógliga hýruvognkoyring, og tey váttaðu, at tey koyrdu fólk – men tey gjørdu tað ókeypis og tóku sostatt ikki pengar fyri tað.
Tey vóru sannførd um, at –í hvussu so er fyri ein part– koyrdu tey við fólki, sum annars høvdu koyrt sjálvi, hóast tey ikki vóru edrú. Hetta var sostatt eitt sjálvboðið arbeiðið tey átóku sær í eini roynd at fyribyrgja rúsdrekkakoyring, og tey vóru sannførd um, at tað hjálpur.
Løgreglan sigur, at hon veit eisini um onnur fólk, sum bjóða seg fram at koyra fyri fólk um vikuskiftini, kanska serliga í økjum, har tað annars ikki er so lætta at fáa fatur á hýruvogni. Tey siga, at tey gera tað sjálvboðið, tí tey eru sannførd um, at tað fyribyrgir rúsdrekkakoyring.