Fyribyrgja andaliga og kynsliga misnýtslu

Lamba: ”Hvussu stuðlar ein teimum, sum eru rakt av kynsligari ella andaligari misnýtslu?” Tað er ein av spurningunum, sum verður viðgjørdur á einum skeið ið Grúgvan í Lamba skipar fyri í næsta mánaði.

Higar kemur eysturríkska Karin Roth at halda skeið um hetta evnið. Hennara royndir eru, at hetta eru viðkvom evni, sum tað er neyðugt at ansa serliga væl eftir.
Hon er leiðari fyri eini klagu- og hoyringsnevnd í sambandi við kynsliga misnýtslu og harðskap innan fyri katólsku kirkjuna í Salzburg í Eysturríki.

- Fyri at fyribyrgja andaliga og kynsliga misnýtslu, er tað eins umráðandi at umhugsa og viðgera hesi evni opið og erliga, sum tað er at hava greið mørk, sigur hon.
Dentur verður tí lagdur á at gera fólk varug við og tilvitað um, hvussu misnýtsla virkar. Á henda hátt kunnu fólk ansa eftir, at hyggja at og uppdaga mekanismurnar, soleiðis at ein kann fyribyrgja hesum.